- Ongantíð gott at grógva fastur

- Teir, sum hava hug til formanssessin, kunnu longu nú byrja at fyrireika seg, sigur Páll Hansen.

Tá formansskeiðið í Maskinmeistarafelagnum rennur út á vári í 2018, fer Páll Hansen ikki at stilla uppaftur. Tá hesin dagur upprennur, er hann fyltur sjeyti ár, og tá er tíð at lata aðrar taka yvir.

 

Tað veit blaðið Mið & Magn hjá Maskinmeistarafelagnum og Føroya Skipara-og Navigatørfelag at siga í síni nýggjastu útgávu.

 

Páll Hansen hevur verið formaður í Maskinmeistarafelagnum síðan 2007, og nú kann onkur annar, sum kundi hugsað sær henda sessin, fyrireika seg til formansvalið um tvey ár.

 

- Teir, sum hava hug, kunnu longu nú byrja at fyrireika seg. Endamál felagsins er áhaldandi at styrkja og verja limanna rættindi og kor, og tað vil altíð verða stavnhaldið, sigur Páll Hansen.

 

Hann heldur, at á aðalfundinum ár vári í 2018 - ella um sløk tvey ár - hevur hann tænt felagnum fyri seg, og tá fer hann at mynstra av.

 

- Tað er ongantíð gott at grógva fastur í ei­num sessi sum hesum. So, nú mugu aðrar kreftir sleppa framat, sigur Páll Hansen, ið starvaðist sum vaktmeistari hjá SEV á Sundi, til hann gjørdist fulltíðar formaður í felagnum.