Ongantíð fyrr hevur samfelagið riggað so illa

Oddagrein

Útreiðslurnar til almenna umsiting eru øktar alt ov nógv seinastu árini, hóast formaður Tjóðveldisfloksins roynir at avnokta hetta. Hvat hevur so borgarin fingið afturfyri?

Ongantíð fyrr hevur samfelagið riggað so illa sum nú. Vit hava verkfall og arbeiðsmarknaðarósemjur so at siga hvørt ár, har tað fyrr plagdi at verða ár ímillum. Hvør hevur ábyrgdina av hesum?

Ein samgonga, ið útskrivar eykarokningar til skattgjaldaran uppá ein ósolidariskan máta, kann ikki frásiga sær alla ábyrgd, tá verkfall er. Fimmhundrað krónur eyka í sjónvarpsgjaldi vóru útskrivaðar herfyri uttan nakra politiska viðgerð. Hjá teimum lægst løntu og pensionistum eru fimmhundrað krónur nógvir pengar. Um verkafólkið fær fimm krónur meir um tíman, so merkir hetta, at tey skulu arbeiða eini 150 - 200 tímar, bert fyri at verða ajour, hvat sjonvarpi viðvíkur, og tá hava vit als ikki tosað um vanliga inflatión, ferðaseðlar, mjólk o.s.fr. Vil samgongan gera nakað munagott fyri meiniga føroyingin, so kundi hon lækkað sjónvarpsgjaldið aftur.

Fíggjarmálaráðið hevur ábyrgd av almenna arbeiðsmarknaðinum. Viðvíkjandi Fíggjarmálaráðnum og Lønardeildini, kunnu vit bert staðfesta, at vit ongantíð fyrr hava havt so nógv verkføll á almenna arbeiðsmarknaðinum uppá so stutta tið, sum seinastu árini. Mál, ið áttu at verið avgreidd við vinstru hond, sleppa at liggja og veksa, til tey gerast stórar óloysiligar konfliktir, sum eitt nú við Maskinmeistarafelagnum. Her er ov illa arbeitt hjá tí almenna, og avleiðingar eiga at takast. Vit hava eisini sæð, at landið ferð aftaná ferð tapir rættarmál ella noyðist at gera semju við fakfeløg og einstaklingar eftir brølarar í starvsfólkamálum. Aftur her eigur hetta at fáa avleiðingar fyri onkran, og tað er í hesum sambandi púra burturvið, at Løgmaður leggur starvsfólkamál til Fíggjarmálaráðið, ið uppá ongan máta hevur skarað framúr í umsiting av starvsfólkamálum.

Viðvíkjandi privata arbeiðsmarknaðinum, hevur tað politiskt verið reypað alt ov nógv um, hvussu væl tað stóð til í landinum í samband við alt ov stóra blokkniðurskurðin, og tað kann tí ikki koma óvart á nakran, at krøvini frá fakfeløgum gerast ov høg, og so slett ikki, tá hugsað verður um lækkandi og dýrkandi almenna tænastustøðið. Fakfeløgini hava sjálvsagt eina stóra ábyrgd, tá verkfall er, men tað er ov bíligt at geva teimum alla skyldina. Fakfeløgini eru ikki upfunnin undir sitandi samgongu, men hava verið aktiv í mong harrans ár, og tað sama ger seg galdandi við arbeiðsgevarnum. Tí er tað nógv ið bendir á, at ein stórur partur av trupulleikanum við illa fungerandi føroyska samfelagnum skal finnast aðrastaðni.

Formaður Tjóðveldisfloksins eigur at gevast við ?vit eru syndabukkar? retorikkinum og heldur byrja at fáast við realpolitikk. Hesin hevur nú í fimm á verið yvirlatin til Fólkaflokkin, meðan reyp og klandur hevur eyðkent Tjóðveldisfloksins lut í samgonguni. Úrslitið er, at føroyska samfelagið er ringast fungerandi samfelag í Europa við verkfalsmeti. Hetta hevur evsti politiski myndugleiki ábyrgd av, tí skattgjaldarin hevur krav uppá eitt samfelag, har vaktarskipini sigla, og arbeiðsmarknaðurin fungerar.