Talan var ongantíð um black-out, vit høvdu ljós alla tíðina og bert tveir av fýra høvuðsmotorum settu út, váttar maskinstjórin á Norrönu, Heðin Mortensen Ferðafólkið slapp niður á bildekkið í gjárkvøldið at síggja skilið har niðri. Og tey skiltu veruliga, hvussu álvarsom støðan hevði verið, sigur Andras Róin, stjóri á Smyril Line.
Standurin er sum silst framvegis ringur á bildekkinum, og enn hevur manningin ikki fingið fult yvirlit yvir skaðarnar, og duga tí ikki at siga, hvussu nógvir bilar hava fingið skaða.
Í gjárkvøldið varð upplýst, sambært Shetland News Agency, at tilsamans 210 bilar vóru umborð, og Andras Róin, stjóri, kan vátta, at 70 av hesum eru nýggir bilar. Men enn er sum nevnt ikki greitt, hvussu nógvir bilar tilsamans hava fingið skaða, og harvið heldur ikki, hvussu nógvir av skaddu bilunum eru nýggir bilar.
Andras Róin sigur, at enn er alt ov tíðliga at tosa um fíggjarligar avleiðingar av óhappinum. Har spæla so nógvir faktorar inn, bæði sjálvsábyrgd, rakstrartrygd og annað. Men stjórin váttar tó, at allar neyðugar tryggingar eru upp á pláss.
Fólk frá Det Norske Veritas er komið til Hetlands og fer vegna Skipaeftirlitið at kanna Norrönu. Arbeiðið at tetta lekan er í gongd, men í løtuni ber ikki til at siga annað enn, at Norröna í hvussu er ikki sleppur úr Lerwick á miðdegi í dag, sum annars ætlað.
Neyðugt er at avmontera stabilisatorin fyri rættiliga at sleppa framat at tetta lekan, sigur Andras Róin, stjóri á Smyril Line.
Men talan hevur altso ikki verið um slíkan dramatikk, sum av fyrstan tíð hildið. Tí talan var ongantíð um black-out, váttar maskinstjórin á Norrönu, Heðin Mortensen










