Ólavur í Beiti
Eftir teim broytingum sum nú skulu gerast í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, kemur at standa í lógini í fleiri førum orðingin: Tó er ikki loyvt at flyta veiðuloyvi frá fiskifari, ið er minni enn 40 tons til fiskifar størri enn 40 tons ella øvugt! Og í lógini kemur eisini at standa, at fiskiorkan verður m.a. útroknað eftir miðalveiðutølum fyri hvønn brúktan fiskidag í hvørjum bólki sær. Trolbátar í bólki 4 verða viðgjørdir fyri seg. Og landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð reglur um, hvussu fiskiorka verður roknað út, og um mannagongd fyri samanlegging og umsiting.
Í viðmerkingunum til broytingaruppskotið, sigur Jørgen Niclasen, at landsstýrisflokkarnir hava í samgonguskjalinum sett sær sum mál, at fiskidagar og kvotur skulu verða so umsetuligar sum gjørligt - útróðrarflotin undir 15 tons tó undantikin.
? Í tráð við hetta mál skjeyt landsstýrið í august 1998 upp broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap viðvíkjandi umseting av fiskidøgum og kvotum umframt broytingar í sambandi við samanlegging av veiðuloyvum í eitt fiskifar. Løgtingið samtykti broytingarnar.
Útróðrarflotin offur
? Umsitingin av teimum nýggju lógarheimildunum um samanlegging av veiðuloyvum hevur birt undir eitt orðaskifti, har serliga hevur verið ført fram, at útróðrarflotin og útróðrarvinnan gerast offur fyri teimum nýggju heimildunum.
? Í hesum sambandi hevur verið víst á, at útróðrarflotin hevur serligan týdning fyri samfelagið og samfelagsbygnaðin, og at hann tí eigur at vera tryggjaður betri, fyri ikki at verða útskiftur við størri fiskifør við størri veiðiorku og harvið hvørva úr samfelagsmynstrinum, sigur fiskimálaráðharrin í viðmerkingunum.
Leggja loyvi saman
Í hesum sambandi skjýtur landsstýrismaðurin upp, at fiskifør undir 40 tons ikki kunnu leggja veiðuloyvi saman við fiskiførum yvir 40 tons.
? Tó kunnu fiskifør undir 40 tons leggja veiðuloyvi saman, treytað av at nýggja farið er undir 40 tons og lýkur treytina um ikki størri fiskiorku enn tey fiskiførini, sum veiðuloyvini verða flutt frá tilsamans.
Landsstýrismaðurin skjýtur tí upp hesa broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, sum í høvuðsheitum er ein forðan fyri, at veiðuloyvi hjá fiskiførum undir 40 tons kunnu leggjast saman við størri fiskiførum og øvugt.
Miðalveiða
Og viðvíkjandi at taka miðalveiðuna við í útrokningina, sigur Jørgen Niclasen, at hóast fiskiførini eru skipað í 5 bólkar, so hava fiskiførini í hvørjum bólki ymiska fiskiorku. Í bólki 4 eru bæði útróðrarfør og trolbátar, og er ætlanin tí m.a. eisini at taka við í útrokningunum av fiskiorkuni miðalveiðuna í mun til hvønn nýttan fiskidag í hvørjum bólki sær.
? Ætlanin er eisini at hyggja nærri at samansetingini av bólkunum til tess at gera greiðari uppbýti millum veiðihættir og skipastødd, verður m. a. sagt í viðmerkingunum til broytingaruppskotið um vinnuligan fiskiskap.
Landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð at áseta greiðari reglur um útrokning av fiskiorku og um mannagondir fyri samanlegging og umsiting av veiðiloyvum.










