Formaðurin í Havnar Handverkarafelag, Eyðfinn Petersen, váttar, at kjarnin í málinum er, at minstalønin má vera tímaløn fyri ófaklærd, tá ungfólk koma í royndarstarv við læruplássi fyri framman
Hann sigur, at hetta er fyri at byrgja fyri, at ungfólk verða missnýtt sum arbeiðsmegi og kanska fáa fótin, tá tað kemur til tað, at tey skulu í læru. Hetta heldur hann kann oyðileggja ungfólk, sum hava leitað sær eftir arbeiði og sum hava arbeitt fyri nærum ongan pening.
Hann minnir á, at vóru teir 3 umrøddu lærlingarnir ikki í fakfelag, so høvdu teir ongan møguleika havt.