Ongan týdning

Poul Mohr, sum fram til fyri stuttum var maðurin handan Tórshavnar Skipasmiðju, sigst vera ein av teimum, hava mist pening í Phoenix.
Hesum váttar hann eisini, men hann leggur tó dent á, at talan á ongan hátt er um nakrar stórvegis upphæddir.
- Tað er rætt, at vit hava havt nakað av peningi standandi hjá teimum, men munandi upphæddir er talan so ikki um. Eg kann í øllum førum siga, at hetta so ikki er nakað, sum vit fara á húsagang av, sigur fyrrverandi stjórin á Skipasmiðjuni at enda.