Tað ganga í øllum førum eina til tvær vikur, áðrenn greitt verður hvør skal røkja mentamál tað, ið eftir er av valskeiðinum. Tað upplýsti Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá hann var í sjónvarpsstovuni hjá Dag&Viku í gjárkvøldið.
Tað var tá verturin Johnsigurd Johannesen spurdi, nær greitt verður hvat samgongan ger við býtinum av nevndarsessum og nær væntast kann, at nýtt landsstýrisfólk í mentamálum verður sett, at løgmaður vísti á, at málini verða helst loyst um sama mundi.
- Tingfundur verður fríggjadagin og har er bara framløga og so atkvøða um ein skrivliga fyrispurning á skrá. So tað verður í fyrsta lagi tí fyrstu vikuna í februar, at tað ber til at hava møguligt val av nevndunum í løgtinginum. Tá vænti eg eisini, at vit eru komin har til, at vit eisini kunnu siga, um ein nýggjur persónur verður settur í mentamálaráðið og hvør tað so verður.
Síðan Rigmor Dam legði frá sær sum landsstýriskvinna í mentamálum hevur tað verið løgmaður sjálvur, ið røkir mentamál. Og í svarinum leggur hann eisini upp til, at tað kann koma upp á tal ikki at seta nakað nýtt fólk í sessin.
Í einari slíkari støðu kann løgmaður sjálvar halda fram at røkja sessin, lata okkurt annað landsstýrisfólk taka sær av mentamálum ella býta málsøkini hjá mentamálaráðnum sundur og lata tey til ymisk landsstýrisfólk at umsita.