Í gjár skrivaðu vit í hesum teigi, at norsku bøndurnir vilja hava størri stuðul frá tí almenna. Bóndafelagið sigur, at tey næstu fimm árini fara 12.000 ársverk at hvørva úr landbúnaðinum.
Men nú sigur heimshandilsfelagsskapurin WTO, at norðmenn eiga at gevast við at reka landbúnað og heldur keypa matvørurnar úr útlandinum. WTO sigur, at størri almennur stuðul avlagar kappingina og mælir heldur til, at norsku bøndurnir fáa okkurt annað at gera.