Ongan illgruna um nakran vanda við 5G

Føroyskir myndugleikar fylgja við ákærunum móti Huawei

Kinesiski tønkirisin hevur seinastu dagarnar av álvara verið undir trýsti, aftaná at leiðarin fyri bretsku fregnartænastuna MI6, umboð fyri donsku fregnartænastuna PET og varaleiðarin fyri talgilda marknaðin hjá ES-ráðnum løgdust aftrat teimum, ið ávara um at lata kinesisku fyritøkuna útvega útgerð til 5G.


Nýggi kritikkurin kemur aftaná, at USA, Avstralia og onnur lond, seinastu mánaðirnar hava ávarað móti Huawei, tí man óttast, at teir kunnu brúka 5G útgerðina at njósnast fyri kinesisku stjórnina.


Í Føroyum samstarva bæði Hey og Føroya Tele við kinesisku fyritøkuna um uppsetanina av 5G. Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, hevur áður víst á, at man fylgir væl við gongdina á altjóða pallinum, men at man higartil ikki hevur havt nakra orsøk at stúra fyri samstarvinum.


Tað hevur ikki eydnast at fingið eina viðmerking frá Jan Ziskasen aftaná seinastu ákærurnar, men Poul Michelsen, ið sum landsstýrismaður í vinnumálum varðar av almenna partafelagnum Føroya Tele, upplýsir at man fylgir væl við gongdini, nú fleiri hava funnist at føroyska samstarvsfelagnum.


- Vit vóru á fundi við Føroya Tele fríggjadagin og eru so væl kunnaðir sum til ber um málið. Tað koma kortini nýggir upplýsingar alla tíðina og fylgja vit við tí, ið hendir á økinum, sigur Poul Michelsen.


Landsstýrismaðurin upplýsir, at man er í samband við danskar myndugleikar og at man kannar málið, men higartil hevur man ongar upplýsingar, ið benda á at hald er í ákærunum.


- Sum vit hava fingið upplýst higartil, so hevur Føroya Tele ongan illgruna um nakran vanda í samband við 5G, sigur landsstýrismaðurin.