Hóast kjakið hevur gingið lívliga um vígslu av samkyndum í Føroyum, hevur
áhugafelagið hjá samkyndum í Føroyum, Friðarbogin, ikki ynski um kirkjuligur vígslur av samkyndum í Føroyum. Forkvinnan í Friðarboganum, Tina Jakobsen, sigur, at felagið hevur onnur meir átrokandi mál á skránni.
- Tað er als ikki neyðugt við kirkjuligum vígslum, og tað er heldur ikki eitt mál hjá okkum. Tað er fyrst og fremst skrásetta parlagið, ið vit vilja arbeiða fyri. Tað er av nógv størri áhuga hjá okkum at tryggja arvarættin og vinna onnur løgfrøðilig rættindini enn, at vit fáa kirkjuligur vígslur. Skrásetta parlagið er eitt ófrávíkiligt krav frá okkara síðu, sigur Tina Jakobsen.
Hon leggur afturat, at felagið hjá samkyndum arbeiðir miðvíst fyri at tryggja samkyndum somu sosialu og búskaparlig rættindini, sum aðrir borgarar í føroyska samfelagnum hava.
Verður skrásetta parlagið samtykt á løgtingi, kann tað so hugsast, at tit fara at berjast fyri kirkjuligum vígslum?
-Vit hava viðgjørt spurningin um kirkjuligar vígslur í felagnum, og har tykist breið semja vera um, at hatta skal ikki vera nakað mál hjá okkum. Eg dugi tí ikki at síggja, at hatta kemur á dagsskrá, men tað er bara mín persónliga meining, sigur forkvinnan í Friðarboganum
Samstarv
Í Danmark tykist nærum kapping verða um, hvør er fyrsti politikarin at stuðla teimum samkyndu í spurninginum um kirkjuligar vígslur. Herfyri varð forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, heiðraður fyri, at hann persónliga segði seg stuðla teimum samkyndu í stríðnum um at blíva vígd í kirkjuni.
Tina Jakobsen er fyri stuttum flutt til Danmarkar í lestrarørindum, og hon fylgir við í kjakinum í Danmark.
-Jú eg royni at fylgja við, hóast hatta ikki er eitt mál, ið vit stríðast fyri. Vit arbeiða við at fáa samband við LBL(áhugafelagið fyri samkyndum í Danmark, blðm). Eitt samstarv kundi verið mennandi fyri bæði feløgini, og eg ivist ikki í, at LBL kundi verið ein hjálp hjá okkum at komið víðari í Føroyum, heldur Tina Jakobsen.
Nýggjan formann
Tað er um 30 limir í Friðarboganum í dag, meðan góð 120 fólk hava meldað seg sum stuðulslim í felagnum. Tina Jakobsen hevur verið forkvinna síðan felagið fór undir sítt virksemi fyrr í ár. Tina er flutt av landinum og tí fer Friðarbogin at finna nýggjan formann. Nýggi formaðurin skuldi finnast hóskvøldið.










