Ongan hug til viðmerkingar

Vit hava bara handlað út frá tí, sum Arbeiðseftirlitið hevur rátt okkum til, og longri er tann søgan ikki, sigur Kartni Jacobsen, brandmeistari.

Kartni Jacobsen hevur ikki hug at gera viðmerkingar til tað, sum Ingi Sørensen førdi fram í Sosialinum mikudagin í farnu viku.
Ingi Sørensen fílist á, at lógir og reglugerðir ikki fylgja altjóða reglum á kavaraøkinum, og hann heldur tað vera ov vánaligt, at føroyskar útbúgvingar eru á slíkum støði, at tær bert eru galdandi í føryskum sjóøki.
Brandmeistarin hevu rtó onga hug at fara út í eitt kjak um hetta og vísir til, at teir bert vóru áhugaðiur í at fáa útbúgvi nakrar bajrgingarkavarar.
Okkara áhugi er at fáa nakrar kavarar, sum eina myrka nátt kunnu kava niður við molanum til antin at bjarga einum meniskjalívi ella í ringasta føri at taka eitt lík upp. Vit hava ongan áhuga í at fremja vinnukaving á nakran hátt, sigur Kartni Jacobsen.
Hann heldur, at tað hóast alt nú eru komar reglur á økinum, og at skuldi eitt kjak stungið seg upp, skuldi tað verðp fyri trimum árum síðani.
Men eg havi ikki hug at luttaka í tí kjakinum nú, sigur Kartni Jacobsen, brandmeistari.