John Johannessen
Teir báðir stóru andstøðuflokkarnir hava ikki hug at vera eygleiðarar til næsta samráðingarfundin um ríkisrættarligu støðuna.
Hetta gera teir greitt, eftir at Jenis av Rana hevur skotið upp, at andstøðan í framtíðini skal vera við til samráðingarnar, sum eygleiðarar. Jenis av Rana fer fyrsta dagin at senda løgmanni bræv við umsókn um at geva andstøðuni eygleiðarastøðu.
Dáma ikki hugskotið
Formenninir í teimum báðum stóru andstøðuflokkunum, Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard, halda ikki, at tað fer at gagna andstøðuni at vera við til samráðingarnar. Teir eru báðir samdir um, at teir ikki høvdu kent seg væl saman við landsstýrinum við samráðingarborðið.
Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, heldur, at um andstøðan skal kunnast meira um, hvat gongur fyri seg undir samráðingarfundunum millum landsstýrið og donsku stjórnina, er tað landsstýrið, ið skal skal syrgja fyri, at andstøðan verður nóg væl kunnað gjøgnum uttanlandsnevndina.
? Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg hava fleiri ferðir lagt okkum undir at misnýta og mistulka ymiskt, ið skal vera farið fram undir samráðingunum, men eg haldi ikki, at støðan hevði verið betur, um vit vóru við inni í samráðingarhølunum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Edmund Joensen er samdur við Jóannesi Eidesgaard. Harafturat heldur hann, at tað ikki gevur nakra meining, at anstøðan situr og trónar framman fyri samráðingarborðið hjá donsku stjórnini og landsstýrinum, tá hon onga ávirkan sleppur at hava á, hvat gongur fyri seg.
? Eg eri bangin fyri, at tað kann virka øvugt, um vit eru við til samráðingarnar. Tá vit sita har, kann tað sýnast fyri dønum, sum andstøðan í Føroyum stuðlar landsstýrinum, og tað ger hon ikki, sigur Edmund Joensen.
Bæði Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen gera vart við, at spurningurin um eygleiðarastøðu ikki er viðgjørdur í flokkum teirra. Tí eru úsagnirnar teirra persónligu hugsanir. Men kortini vænta teir, at tær eisini eru umboðandi fyri flokkarnar.
Forðar fyri misskiljingum
Orsøkin til, at Jenis av Rana ynskir, at andstøðuflokkarnir skulu fáa eygleiðarastøðu undir restini av fullveldissamráðingunum er, at hann heldur hetta kann hava við sær, at tað slepst undan, at ymiskt, ið fer fram undir samráðingunum verður misskilt.
Jenis av Rana heldur tað ikki vera nakran trupulleika fyri landsstýrið, um andstøðan sleppur við til samráðingarnar. Hann vísir á, at landsstýrið sjálvt ger av, hvørjar ráðgevar tað hevur við til samráðingarnar, og tí kann tað eisini sjálvt gera av at hava andstøðuna við. Ætlanin er jú ikki, at andstøðan skal vera virkin í samráðingunum, vísir hann á. Tískil væntar hann, at andstøðan sleppur við til næsta samráðingarfundin, er hon sinnað til tess. Hetta ætlar hann sær at práta við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin um sum skjótast.
Anfinn Kallsberg, løgmaður sigur, at landsstýrið ikki hevur viðgjørt spurningin, um møguleiki er fyri, at andstøðan kann vera við til samráðingarnar. Heldur ikki er greitt, um hetta í roynd og veru ber til.