Ongan ágang ímóti fiskimonnum

Jóhann Mortensen, Tíðindaleiðari í Útvarpinum


Jan Højgaard, valevni til formansvalið í Fiskimannafelagnum, loypir aftur á Útvarpið í Sosialinum og Dimmalætting 28. november.

Fyrst fari eg at vísa aftur, at Útvarpið hevur havt nakran ágangandi “politikk” ímóti fiskimonnum!

Jan Højgaard vísir á, at persónar og samfelagsbólkar hava i áravís lopið á fiskimenn í Útvarpinum, uttan at ein fiskimaður er sloppin at svara aftur.

Í leitiskipan okkara yvir tíðindi og innsløg sæst, at ráð, bólkar og danska stjórnin hava mælt til at taka av stuðulsskipanir hjá fiskimonnum.

Men formaðurin í Fiskimannafelagnum hevur aftur ímóti lýst sjónarmiðini hjá fiskimonnunum væl og virðiliga.

Hetta ger seg galdandi frá tí at danska stjórnin legði seg út í føroysk viðurskifti í nítiárunum til visjónstorgið hjá Føroya Landsstýri herfyri.

Tað harmar meg, um tað er so, at “fiskimenn ofta føla seg illa viðfarnar í ÚF”, sum Jan Højgaard sigur. Eingin fiskimaður, eg havi tosað við, er komin við slíkum atfinningum.

Jan Højgaard skrivar aftur í hesi greinini, at Útvarpið og Dan R. Petersen hava framt eitt tilrættislagt álop á hann. Tað verður víst aftur einaferð afturat. Talan var um eina kjaksending, har tey bæði valevnini, sum markeraðu seg mest fyrst í stríðnum til formansvalið, vóru við.

Harafturat heldur Jan Højgaard seg við vissu kunna siga, at Dan R. Petersen hevur tætt tilknýti til Útvarpið. Mær vitandi hevur hann ikki nakað sum helst tilknýti til tíðindadeildina í Útvarpinum.