Stendur tað til nevndarformannin í Atlantsflog, so fær almenningurin ikki at vita, hvussu nógv føroyska flogfelagið hevur goldið Magna Arge fyri at fara úr stjórastólinum beinanvegin.
Danska ferðavinnublaðið Travel People skrivar í dag, at Magni Arge fær sjey milliónir krónur fyri at fara frá sum stjóri.
Niels Mortensen vil als ikki kennast við hesi tíðindi.
- Nei, eg havi onga viðmerking til tað. Avtalan millum Magna Arge og okkum er loynilig, og tað hava partarnir bundið seg til, sigur Niels Mortensen í kvøld.
Les eisini: Magni fær sjey milliónir fyri at fara
Hann vil tó rætta tíðindini í Travel People somikið, at avtalan ikki varð undirskrivað millum klokkan 18 og 19, eins og blaðið vil vera við.
- Nei, tað var ikki fyrr enn stutt fyri klokkan 23 í gjárkvøldi, at avtalan varð undirskrivað, sigur Niels Mortensen.
Sambært Travel People var fyrrverandi næstformaðurin í nevndini fyri Atlantsflog, Jens Wittrup Willumsen, biðin um at finna avloysaran fyri Magna Arge.
- Nei, tað passar ikki. Hann hevði ongan leiklut í at finna nýggjan stjóra, sigur Niels Mortensen.
Sambært nevndarformanninum hevði nevndin nakrar persónar í boði, teirra millum Jørgen Holme.
- Jørgen var til samrøðu hjá okkum, og vit metta hann at vera besta boðið, sigur Niels Mortensen.
Hann ynskir tó ikki at upplýsa, nær nevndin í Atlantsflog byrjaði at hyggja seg um eftir einum nýggjum stjóra.
Les eisini:
Magni fær sjey milliónir fyri at fara
Johan Dahl stuðlar nevndini í Atlantsflog
Lasse Klein: Nevndin má forklára seg
Nevndarformaðurin: Atlantsflog tørvar nýggja strategi
Magni Arge fortíð í Atlantsflog