Onga viðmerking

Høvðuspersónurin í Hans Jørgen Djurhuus málinum hevur onga viðmekring til dómin

Hans Jørgen Djurhuus varð í dag funnin sekur í harðskapi fyri hendingina 20. januar í Gundadali, tá hann undir einum vinardysti móti HB, sló Poul Ingason í andlitið, so at hesin breyt nøsina.

 

Les eisini: Sekur í harðskapi

 

Hann fekk tó ein treytaðan dóm í eitt ár, so um hann ikki ger nakað revsivert komandi árið, verður hann ikki revsaður fyri hesa gerð heldur.

 

- Vit hava 14 dagar at taka støðu til dómin, so vit hava ikki nakra viðmerking í løtuni, sigur Hans Jørgen Djurhuus.

 

Dómarin legði í dómi sínum til grund, at tað ikki varð staðfest frá vitnisfrágreiðingunum, hvør sparkaði fyrst.

 

Les eisini: Hans Jørgen verið í rættinum

 

Dómarin metti tó, út frá vitnisfrágreiðingunum hjá Pouli Ingason og Ransini N. Djurhuus, at nevin hjá Hans Jørgeni Djurhuus varð knýttur og at hann ætlaði at sláa Poul Ingason.

 

-  Hetta hevur einki rímiligt samband við tað, sum gongur fyri seg undir einum fótbóltsdysti og kann ikki verjast á nakran hátt. Tí er revsifrælsi ikki galdandi í eini slíkari støðu, segði dómarin.

 

Hann vísti tó á, at sjálv revsingin mátti metast í ljósinum av umstøðunum, hendingin varð framd í. Talan er um fótbólt á hægsta støðið í Føroyum og at hetta eru fylgjurnar eftir eina harða takling í einum dysti. Hesar umstøður gjørdu, at dómarin valdi at gera dómin treytaðan.