- Fyribils eru ongar ætlanir um at byggja fleiri ellis- og røktarheim í Havn.
Tað ásannar Bjørghild Djurhuus, forkvinna í Trivnaðarnevndini hjá Tórshavnar Býráð.
Nú Býráðið arbeiðir við at leggja eina langtíðar íløguætlan fyri hetta valskeiðið, liggur tað ikki í kortunum, at gera fleiri íløgur í ellisheim, røktarheim ella sambýli, staðfestir hon.
- Tórshavnar Kommuna hevur brúkt stóra upphædd upp á Boðanesheimið og tað liggur ikki í kortunum, at meiri peningur verður settur av til at byggja fleiri heim, í hvussu so er, ikki í fyrstu syftu, sigur Bjørhild Djurhuus.
Forkvinnan í Trivnaðarnevndini vísir eisini á, at alt eldraøkið hongur í leysum lofti í løtuni, tí eingin veit, hvørja lagnu tað fær og um tað verður lagt undir kommunurnar ella ikki.
Fyribils má kortini staðfestast, at eldraøkið er málsøki hjá landinum.
Verkstova um eldraøkið
Men at eldarøkið er eitt málsøkið hjá landinum, ætlar hon ikki at brúka sum umbering fyri einki at gera.
- Hóast talan er um eitt málsøki hjá landinum, er talan um borgarar Tórhavnar Kommunu og tað mugu vit hava eina støðu til,
Tí leggur Bjørghild Djurhuus dent á, at hóast talan er um eitt landsmál, merkir tað kortini ikki, at spurningurin ikki verður raðfestur í Tórshavnar Kommunu.
- Í fyrstu syftu fara vit at skipa fyri verkstovu í Havn um eldraøkið og hon verður væntandi í november ella í desember.
Á tí verkstovuni skulu allir partar, sum vara av teimum eldru, vera við at leggja sína áskoðan fram, eitt nú eldrafeløg, Heilræðið, Tilhaldið, leiðarar á bústovnum, politikarar og onnur.
- Eg haldi, at vit eiga at hoyra, hvussu tey eldru sjálvi, og tey, sum vara av teimum eldru, meta um støðuna.
- Tað, Tórshavnar Kommuna altíð fer at leggja dent á, er at eldri fólk kunnu vera í egnum heimi sum longst.
Her verður bæði hugsað um fyribyrgjandi tiltøk og ymisk tilboð, kanska í samstarvi við heimarøktina.
- Eitt nú kann talan verða um heimatænastur alt samdøgurið.
Tá ið greiða er fingin á tí, fara vit taka málið upp viðvíkjandi teimum, sum ikki kunnu vera heima.
Bjørghild Djurhuus sigur, at á fíggjarætlanin fyri Tórshavnar Kommunu, fer ein ávís upphædd at verða sett av til eldraøkið.
LES EISINI: Yvir 130 fólk á bíðilista til Ellis- og røktarheim í Havn