Í setanarrøðuni í Fólkatinginum fyrradagin segði Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, at allir ungir danir skulu fáa sær eina útbúgving, tá teir eru lidnir við fólkaskúlan.
Men sambært blaðnum metroXpress er langt á mál, tí hagtølini vísa, at sjálvt um 95 prosent av teimum ungu fara undir onkra útbúgving aftan á fólkaskúlan, so eru tað minni enn so øll, sum fullføra útbúgvingina. Nýggj tøl vísa, at sætti hvør dani fær onga útbúgving.
-Helmingurin gevst, tí tey verða happað, ella tí tey tíma ikki at ganga í skúla, og altsamt fleiri og fleiri tíma hvørki í studentaskúla ella at fáa sær eina vinnuliga útbúgving, sigur Ulla Højmark Jensen, sum hewvur verið við til at kanna, hví so mong ung í Danmark ikki fáa eina útbúgving.