Tað er væl skiljandi, at fólk vilja hava lógarbroytingar, so slíkt ikki kann bera til. Danski løgmálaráðharrin, Lars Barfoed, hevur nevnt møguleikan við eini konkurskarantenu fyri fólk, sum gera sær dælt av slíkum.
Hetta er eitt sera áhugavert mál, sum er viðkomandi fyri fleiri vinnuvirki í Føroyum, og ikki minst fyri landskassan, sum eisini missir avgjøld av slíkum monnum – (tað eru sum oftast menn). Tí eiga reglarnar sjálvandi at verða herdar, ella vit skuldu havt ein almennan lista við vánaligum gjaldarum, so slík fólk ikki sluppu at virka ótálmað.
Nú verður so nógv tosað um gjøgnumskygni í øllum liðum, ikki minst í almennari fyrisiting og í politikki. Og nú tað stundar til val, so hevði verið áhugavert at sæð, at politisku flokkarnir almannakunngjørdu øll valevni á slíkum lista. Fólk, sum skylda landskassanum pengar, og fólk, sum hava varðað av partafelag, sum er farið av knóranum og skyldar fólki pengar, eiga ikki at sleppa at stilla upp uttan víðari.
Veljarin má hava trygd fyri, at løgmaður, landsstýrisfólk og løgtingsfólk ikki hava verið atvold til, at onnur hava mist pengar av teirra vanstýring, og tí eiga slík fólk ikki at sleppa at stilla upp. Politikkur snýr seg eisini um álit, og vit kunnu ikki geva skuldarreyvum – ella tilvitaðum konkursryttarum – álitið at stýra landinum, tað sigur seg sjálvt...