Síðan brøðurnir Sólarn og Magne Isaksen í farna mánaði fingu boð frá Heilsufrøðiligu starvsstovu um, at hummararúsur teirra skuldu flytast burtur frá aliøkinum A-72, hava teir ikki drigið eina ta einastu ferð.
Tá Heilsufrøðiliga starvsstovan gjørdi greitt, at hummarafiskararnir skuldu ikki vera ov tætt at alibrúkinum hjá Bakkafrost, og at hummararúsurnar mátti liggja aðrastaðni í Haraldsundi, segði Sólarn Isaksen, at hetta fór ivaleyst at vera endin fyri hummarafiskiskapinum hjá honum og beiggjanum. Hetta var tí, at har, sum teir vóru, var einasta stað eftir í fjørðinum, har nakar hummari var at fáa.
- Áðrenn vit fingu boð um at flyta okkum, hevði eg roynt at drigið aðrastaðni. Eg fekk upp í ein kassa eftir at hava drigið tríggjar ferðir 200 rúsur. Tað er ein kassi av hummarum av 600 rúsum, sigur Sólarn Isaksen, sum saman við beiggjanum kærdi avgerðina hjá Heilsufrøðiligu starvsstovu.
Tað er enn hásummar í Føroyum og í hægstu feriutíð, og av tí sama hevur ikki borið til at fingið at vita frá Heilsufrøðiligu starvsstovu, hvussu gongur við kæruni, tí at avvarandi starvsfólk eru framvegis í summarfrí.