Onga i-phone - ongar vinir

Vilt tú hava vinir í skúlanum, skalt tú hava klæðir av dýrum merkjum og eina flotta fartelefon. Tað er úrslitið av eini stórari kanning í 4. flokkum í Danmark. 3. hvørt barn í 4. flokki í Danmark heldur, at talið av vinum avhongur av klæðunum, tú gongur í, og hvørja fartelefon, tú hevur.

 

7. hvørt barn kennir seg hildið uttanfyri, tí tað ikki gongur í røttu merkjunum.

 

Tað er ikki rúm fyri øllum í skúlanum, og menniskjansligar dygdir telja minni enn merkini, sum tú kanst vísa fram. Tað er nú heldur ikki nóg mikið at hava eina fartelefon, nei, hon skal vera av røttum merki.

 

- Tað er brúksmentanin hjá foreldrunum, sum nú er seyrað niður í børnini og hevur givið teimum eina greiða fatan av, hvat er týdningarmikið. Og úrslitið av kanningini talar fyri seg, sigur barnasálarfrøðingur John Halse, sum mælir foreldrum til ikki at geva eftir fyri trýstinum um dýru klæðini.