Onga hóming av nær arbeiðið er liðug

Arbeiðið at leggja inntøkutrygdina undir manningarfeløgini at fíggja og umsita, gongur væl. Tað sigur Alfred Petersen, løgfrøðingur, sum er formaður í nevndini, sum skal gera skipanina, sum manningarfeløgini skulu umsita.

Men nær arbeiðið verður liðugt, dugir hann ikki at siga.

- Hetta er ein 60 ára gomul skipan, sum skal kollveltast og tað ber ikki til at hurta málið ígjøgnum, sigur hann.

Hann leggur afturat, at tískil noyðist tað at taka tað tíð, tað tekur.

- Tað nyttar ikki at leggja trýst á og at áseta eitt evstamark. Tað týdningarmesta er, at vit finna eina loysn, sum gongur politiska viljanum á møti. Men tað er greitt, at skal ein skilagóð loysn finnast, sum allir partar góðtaka, fer tað at taka sína tíð og so hevur tað minni at siga um tað so verður í ár ella næsta ár, heldur hann.

Og hann er eisini fullgreiður yvir, at ein loysn er ikki beint fyri framman.

Hann sigur, at higartil hevur nevndin havt einar 10 fundir. Nevndin hevur arbeitt væl og hann væntar at finna semju, hóast Fiskimannafelagið fleiri ferðir hevur boðað frá, at tey vilja ikki hoyra talan um eina skipan, at fiskimenn skulu betala minstuløn.

- Hinvegin er politiski viljin, at inntøkutrygdin skal av fíggjarlógini og undir manningarfeløgini at betala og tað mugu vit arbeiða útfrá.

- Tað, sum liggur í luftini, er at vit stovna ein grunn uttanfyri fíggjarlógina, sum líkist ALS við einum stjóra og einum stýri har vinnan hevur síni umboð.

Men liggur tað ikki í kortunum, at lata ALS umsita skipanina.

Hinvegin hevur landssýrið boðað frá, at tað er sinnað at leggja eitt stovnsfæ í ein slíkan grunn fyri at fáa eina góða byrjan á.

Men hvussu manningarfeløgini skulu gjalda inn í grunnin, eru tey als ikki komin til enn.

Limirnir í nevndini eru Alfred Petersen, formaður, Tummas Magnussen úr Fiskimálaráðnum er skrivar og Vinberg Sørensen fyri reiðarar, Jan Højgaard fyri Fiskimannafelagið, Jóannes Martin Olsen fyri ráfiskaseljarafelagið, Auðunn Konrádssson er fyri Meginfelag Útróðrarmanna, Páll hansen er fyri Maskinmeistarafelagið og Eyðstein Djurhuus fyri Skipara- & Navigatørfelagið