Óneyðugt at stovna alment partafelag

Jørgen Niclasen er ikki samdur við ætlanini hjá Johan Dahl um at gera Ferðaráðið til alment partafelag

 

Tað er óneyðugt at gera Ferðaráðið til alment partafelag.

Tað hevur fyrisitingin hjá Jørgen Niclasen í Fíggjarmálaráðnum.

 

Fíggjarmálaráðið hevur givið sína støðu til kennar í sambandi við ætlanina at gera Ferðaráðið til eitt alment partafelag.

 

Les eisini: Nú fáa vit eitt alment partafelag afturat

 

Fíggjarmálaráðið heldur, at sum hald er virksemið hjá Ferðaráðnum av slíkum slagi, at tað kann vera rikið við eini játtan á fíggjarlógini, soleiðis sum nú er.

 

Í hesum sambandi vísir Fíggjarmálaráðið á, at øll tey almennu partafeløgini hava vinnuligt virksemi av onkrum slagi og ofta eru tey í kapping við aðrar veitarar.

 

Kortini staðfestir Fíggjarmálaráðið eisini, at flogvøllurin er ikki í kapping við nakran, men hann hevur vinnuligt virksemi.

 

Tað sama ger seg galdandi fyri undirsjóvartunlarnar. Teir eru ikki í kapping við nakran, men hava kortini inntøkuskapandi virksemi av brúkaragjøldum.

 

Einasta partafelag, sum fyri tað mesta livir av stuðuli úr landskassanum, er Fiskaaling, sum fær eina játtan á fíggjarlógini hvørt ár.

 

Fíggjarmálaráðið skilir støðuna soleiðis, at ætlanin er at skipa Ferðaráðið til eitt alment partafelag á sama hátt sum Fiskaaling.

 

Tað merkir, at ætlanin er at gera Ferðaráðið til alment partafelag. Sostatt skal tað fáa játtan á fíggjarlógini, hóast tað einki vinnuligt virksemi hevur, ella hevur eitt vinnuligt endamál.

 

Fíggjarmálaráðið er sostatt av teirri áskoðan, at Ferðaráðið kann rekast við vanligari játtan á fíggjarlógini.

 

Tó kunnu virksemið og játtanirnar skipast soleiðis, at tað ber til at fara undir virksemi, sum fevnir um fleiri ár.

 

Kortini viðmerkir Fíggjarmálaráðið, at er fram framvegis ætlanin at gera Ferðaráðið til alment partafelag, hóast ”sakligar grundgevingar ímóti”, fer Fíggjarmálaráðið ikki at seta seg ímóti tí.

 

Tað er betri at royna tann leistin, heldur enn at snikka onkra aðra skipan saman, sum ikki er roynd, og sum kann elva  til ógreiði á fíggjarlógini ella roknskapinum hjá landskassanum.