Tað verður eingin almennur móðurmálsdagur í Føroyum. Tað tykist greitt, nú samgongan, og Javnaðarflokkurin, havna einum uppskoti frá Gunvør Balle, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, um at samtykkja, at 25. mars skal vera almennur móðurmálsdagur í Føroyum.
Meirilutin í mentanarnevndini, Bjarni Djurholm, Edva Jacobsen, Jóna Mortensen og Jenis av Rana úr samgonguni, umfram Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum, heldur, tað er eitt gott hugskot at varpa ljós á týdningin av okkara móðurmáli við at halda ein móðurmálsdag um árið
Men tað ber væl til at skipa fyri móðurmálsdegi, uttan at hetta verður gjørt við at lýsa ein almennan hátíðardag afturat, siga tey. - Landsstýrismaðurin hevur longu sum er, møguleika fyri at geva stovnunum boð um, at skipast skal fyri einum móðurmálsdegi, sigur meirilutin.
Minnilutin í mentanarnevndini, Poul Michelsen og Gunvør Balle eru ikki samd og halda, at løgtingið skal samtykkja uppskoti. Í veruleikanum er tað eitt undur, at føroyska málið hevur ta støðu tað hevur, tá ið hugsað verður um, hvussu fá fólk í heiminum tosa føroyskt og hvussu stór ávirkanin frá fremmandamálum er, siga tey bæði.
- Men fyri at varðveita, og styrkja hesa støðu, krevst nógv meira røkt, siga tey bæði og tí eru øll átøk, ið kunnu styrkja, og menna móðurmálið, neyðug.
Tey siga, at fyri at stovnar, skúlar og einstaklingar, fara at taka móðurmálsdagin til sín krevst, at Mentamálaráðið lýsir 25. mars sum almennan móðurmálsdag, siga Poul Michelsen og Gunvør Balle.
Eggjar landsins hægsti myndugleiki til, at dagurin verður hildin, er eingin ivi um, at stovnar og einstaklingar taka ímóti degnum, og hann fer at fáa sítt egna fjølbroytta lív og innihald á hvørjum ári, leggja tey afturat.
|