Óneyðugt at forbjóða útlendingnum

Tað er ikki neyðugt at lóggeva um útlendskan ræðissrætt umborð á føroyskum fiskiskipum

 

Um teir vildu, kundu politikarir lættliga broytt viðurskiftini soleiðis, at eingir strámenn vóru, og skipað viðurskifti vóru umborð á føroyskum fiskiskipum.

- Orsøkin til, at tað er so attraktivt fyri útlendingar at koma inn, er, at veiðirættindini verða givin fyri einki.

Skipini saman við veiðurættindunum verða so dýr, at bert útlendingar hava ráð til at keypa tey.

Um loyvini vórðu seld fyri tað, sum tey eru verd, loysti hesin trupulleiki seg sjálvan, tí hetta ónormalt stóra yvirskotið, sum stendst av einkarrættinum, hevði ikki verið til, sigur Kári Petersen, búskaparfrøðingur í Sosialinum í vikuskiftinum.