One World Beat tiltakið er um vikuskiftið í 40 londum og føroyski parturin fer fram í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Fríggjakvøldið var til tey yngru, har skráin bjóðai bólkarnar 48 Pages, Speaker, Sic, Deja Vu og All That Rain.
Leygarkvøldið eiga tey tilkomnu og í kvøld fara Tey av Kamarinum, Twilight, Martin Joensen, Ronnie Poulsen, Fluffy Toys, Ronnie og Sámal og Afenginn á pallin. Talan r um café og dans aftaná. Bussar koyra í samband við tiltakið í Fuglafirð um vikuskiftið.
Tað er Fut, ið samskipar føroyska partin av alheims tiltakinum og væl hevur gingist, sigur Kaj Johannesen, sum fegnast um vælvildina, ið hann hevur upplivað allastaðir hann hevur vent sær í samband við fyrireikingarnar av One World Beat
- Man hevur ikki hoyrt um HIV/AIDS tilburðir í Føroyum tey seinastu 5 árini.
Tað man týða uppá at upplýsingararbeiðið hjá læknum, heilsusjúkrasystrum og øðrum hevur munað. Og tað er júst har vit her heima kunnu gera mun, við at stuðla upplýsingini og keypi av heilivági til hesi sakleysu og ólukkuligu børnini, sigur Kaj.
- - Latum okkum í felag geva líkasæluni durafjóringin, við at stuðla OWB Altjóða Festivalinum. Ein hundraðkrónuseðil ger stóran mun hjá felagskapinum Keep A Child Alive, minnir Kaj á.
- FUT & Mentanarhúsið ynskja at takka øllum teimum, sum so dyggiliga hava hjálpt til, við at fáa fyrireikingarnar til Alheims Festivalin: One World Beat, undir land. Og ikki at gloyma høvuðsstuðlunum: Bónus, Føroya Bjór, Estra, Kongshavnar Útgerðarfelag og Andreas Poulsen, Busskoyring, sigur Kaj.
Um allan heim
Um allan heim verður tiltakið One World Beat skipað og peningurin fer til Keep a Child alive, sum skipar hjálp til aids rakt børn. Ósek børn, ið hava fingið AIDS/HIV í móðurlívi ella tá tey hava fingið blóð.
Til ber at keypa atgongumerki í forsølu og er ein ætlanin við hesum, at til ber at stuðla, uttan beinleiðis at binda seg til at fara til tiltakið, um hetta ikki liggur fyri
Lagt er upp til eina globala uppliving í Fuglafirði um vikuskiftið, har heimsins tónleikarar fara á pall samstundis og nakrir av Føroya dugnaligastu og best dámdu tónleikarum gera sítt til at hjálpa og annars skapa eina hugnaliga løtu. Meira fæst at vita við at vitja hesar leinkjur og har ber eisini til at stuðla.
heima.olivant.fo/~kartnif/ , www.keepachildalive.org og www.oneworldbeat.org