Eitt altjóða yvirlit við best umtókta tónleikinum í 2013 er nú almannakunngjørt .
Altjóða áhugafelagsskapurin fyri plátufeløg, IFPI, hevur almannakunngjørt ein altjóða hittlista við best umtóktu tónleikarunum í fjør. Tað skrivar heimasíðan independent.com.
Ovast á listanum standa dreingirnir í bólkinum One Direction, og sostatt eru teirra tónleikur tann best umtókti í 2013 sambært yvirlitinum.
Listin er gjørdur soleiðis, at hugt hevur verið eftir eitt nú samlaðu fløgusøluni, downloads av tónleiki og videoløgnum og stroyming. Við øðrum orðum er alt talt við, tá listin bleiv gjørdur.
Á øðrum plássi á listanum er rapparin Eminem, sum í fjør gav út sína 8. Fløgu, “The Marshall Matters LP2”. Sum nummar trý á listanum er Justin Timberlake.
Niðanfyri sæst listin við “Top 10 Global Recording Artists 2013”
1 One Direction
2 Eminem
3 Justin Timberlake
4 Bruno Mars
5 Katy Perry
6 P!nk
7 Macklemore & Ryan Lewis
8 Rihanna
9 Michael Bublé
10 Daft Punk










