Dreingjabólkurin One Direction úr Onglandi hevur nú gjørt videolag til sangin One Way Or Another, sum Blondie upprunaliga eigur.
Nýggja útsetingin av sanginum er gjørd í sambandi við bretska tiltakið Comic Relief Red Nose Day, og tískil fer allur innkomin peningur av sanginum óskerdur til vælgerandi endamál.
Í tí stuttliga og heldur øðrvísi videolagnum síggjast teir fimm dreingirnir í bólkinum í fleiri ymsum londum. Frá neonljósum á Times Square, á rundferð í London, dansi við afrikanskum kvinnum og børnum, til eina stóra konsert í Japan, Har áhoyrararnir dansa við. Øll støðini hava tað í felag, at øll fólkini eru orkurík og glað.
Á ársins Brit Awards, har tónleikavirðislønir blivu latnar í London, bleiv One Direction kosin at vera tann bólkurin, ið hevur havt størstu successina úti í heimi í 2012. Tað eydnaðist ikki bólkinum at gerast Ársins Bólkur, tí ta virðirslønina vunnu Mumford & Sons.
Til ber at síggja nýggjasta videolagið frá One Direction niðanfyri.









