Teir fimm limirnir í dreingjabólkinum One Direction skulu hava hvør sína útvarpssending á bretsku útvarpsstøðini BBC Radio 1 í oktober.
Saman við einum programmleiðara skulu teir hvør sær hava eina sending, sum skal verða tveir tímar til longdar. Sendingarnar fara í luftina tann 6. oktober, sum er dagurin tá BBC Radio 1 eisini skal hava heiðurslønir handaðar til Teen Awards.
One Direction eru serstakliga væl dámdir í Onglandi, og fólkini á útvarpsstøðini ivast ikki í, at lurtaratalið verður høgt, teir tímarnar dreingirnir sita aftan fyri mikrofonirnar í studionum. Umframt at velja tónleikin til sendingarnar skulu dreingirnir eisini práta við lurtararnar.
Bólkurin One Direction er eitt av høvuðsnøvnunum á ársins Teen Awards, har tannáringar og stjørnur, sum hava verið at sæð í undirhaldsvinnuni og innan ítrótt, verða heiðrað. Stóra showið verður hildið á Wembley Stadium.
Umframt One Direction skulu millum annað Taylor Swift, Conor Maynard og Little Mix framføra.










