Gongst sum ætlað, so spælir dreingjabólkurin One Direction aftur í Danmark tann 16. juni, - komandi.
Hetta vita danskir miðlar at siga frá.
Tá One Direction koma til Danmarkar, so er tað júst eitt ár seinni, eftir at teir í ár vitjaðu Danmark í Parkini í Keypmannahavn, og har taldust mangir føroyslir fjepparar millum áhoyrararnar.
Men næsta vitjanin í Danmark verður í Horsens á CASA Arena.









