Kanningardeildin á Løgreglustøðini í Havn váttar, at ein maður hevur verið til avhoyr í dag, skuldsettur fyri at hava verið ónærisligur móti eini gentu í Havn í gjárkvøldið.
Talan er um ein arbeiðsgevara, sum er skuldsettur fyri at hava verið ónærisligur móti einum arbeiðstakara, eini ungari kvinnu.
Tilburðurin varð meldaður løgregluni seint í gjárkvøldið. Unga kvinnan bleiv avhoyrd og seinnapartin í dag er eisini maðurin avhoyrdur.
Maður er leyslatin aftur, meðan løgreglan heldur á við kanningararbeiðinum. Síðani verður støða tikin til, um maðurin skal ákærast ella ákæran sleppast.