Birgir Kruse
Oscar Wilde varð føddur í Dublin hin 16. oktober 1854 og doyði í París hin 30. november 1900. Hósdagurin er sostatt hundrað ára dagurin fyri deyða hansara. Wilde fór undir lestur bæði í Dublin og í Oxford, har hann vann The Newdigate Prize í 1878 fyri ?Ravenna?, fyrsta gitna yrkingasavn hansara.
Í London gjørdist Oscar Wilde kendur sum sjónleikarithøvundur. Men eftir at hann í einum rættarmálið í 1895 varð ákærdur fyri homoseksualitet og tískil endaði í fangahúsi í samfull tvey ár, hvarv hann av lundunnar sjónleikarapallum. Leyslatin fekk hann sær annað navn og rýmdi til París, har hann doyði 46 ára gamal. Minnismerki er síðani reist í Pere Lachaise kirkjugarðinum, har eisini Jim Morrison, Edith Piaf og Chopin eru grivin.
Framúr hittinorðaði stílur Wilde?s kemur best til sjóndar í leikinum ?The Importance of Being Ernest? (1895). Einasta skaldsøga hansara er ?The Picture of Dorian Gray? frá 1891. Tey bæði yrkingasøvnini ?The Ballad of Reading Goal? (1898) og ?De Profundis? (givið út í 1905) blivu til í fangahúsinum 1895-97.
Oscar Wilde var ikki einans skrivandi maður. Írska skaldið William Butler Yeats (1865-1939) kallaði hann ?the greatest talker of his time?. Fleiri av søgum Wilde?s vórðu ikki festar á blað, men frásagnir, hildnar upp fyri vinfólki, ella báðum synum hansara.
Oscar Wilde metti at endamálið hjá listafólki, skrivandi ella myndandi, var at taka listarligu krøvini í álvara og ikki helma í ? ?art for art?s sake? sum bretar stundum siga. Men samstundis vildi hann gera vart við, at listarligi týdningurin var ikki av praktiskum slagi, men estetiskum. Listin er knýtt at vakurleikanum. Wilde metti seg sjálvan at vera part í eini estetiskari rørslu The Aestethic Movement, ein avleggari av greinini Art Noeveau og Jugendstíli. Í samtíðini gjørdist Oscar Wilde tó ímyndin av komiska persóninum Bunthorne í operettuni ?Patience? eftir Gilbert & Sullivan.
?All art is quite useless? segði Oscar Wilde. Hesin pástandur er kjarnin í søguni ?The happy prince? (1888) sum verður lisin í mongum skúlum. Hetta er einasta søga eftir Wilde, sum týdd er til føroyskt. Óðin Ódn, ið sambært Rithøvundabókina er Levi Niclasen úr Hvalba, týddi hana í 1977. Føroyska heiti er ?Eydnuríki prinsurin?. Hetta er ein myndabók, ætlað børnum, sum Føroya Lærarafelag gav út sama árið. Pástandurin, um hvørt listin er nýttuleys ella ikki, verður ? ógvuliga aktuelt ? lagt sum kjakevni fyri borgmeistaran og býráðslimirnar í býnum í søguni. Djúpari lagið í hesi søgu, ið ber brá av halgisøgu, er upplegg til kjak um eitt samfelag, sum nýtir pening til list, meðan fólkið doyri í hungri.
Síðani 1960 eru seks ymsir filmar gjørdir um Oscar Wilde. Hin nýggjasti ?Wilde? er frá 1997. Har hevur Stephen Fry høvuðsleiklutin sum Oscar. Á heimasíðuni hjá hesum filmi www.oscarwilde.com ber til at hoyra Fry lesa úr trimum tekstum hjá Oscar Wilde. Teir eru ?De Profundis?, ?The Ballad of Reading Goal? og ?The Selfish Giant?. Eisini ber til um alnótina at taka niður kendastu tekstir hjá Wilde og skriva teir út. Tað er fyrst og fremst Project Guthenberg, sum hevur fingið hetta í lag.