»Vi er cellekammerater...«
Hóast tær kvøldið áðrenn vóru búraðar inni, so var lagið gott og pláss til ein sang, tá Vígdis Johannesen, Nina Dahl, Sunrid Vang, Karla Einarsson og Margreta Rasmussen mintust afturá, at løgreglan setti tær fastar.
Tær vóru eitt dømi um, at í verkfalli er eitt slag av undantaksstøðu. Løgreglan setti útvið 10 fólk í brummuna í tveir tímar, tí tey blokeraðu við Norrønu mikudagin og ikki vildu upplýsa sítt navn. Og tær vóru alt annað enn nøgdar við ta viðferð, tær fingu.
? Vit vórðu kroppsvisiteraðar heilt inn undir brósthaldararnar og spurdar, um vit høvdu pass, tí vit gingu á einum Schengen-øki. Heilt erligt! Skulu vit nú ganga við passi í egnum landi? spurdu tær fimm, sum allar høvdu fingið sær pass við á Hotel Hafnia hósdagin, um tær nú skuldu hitt løgregluni aftur í havnargøtum.
Fýra teirra eru fovkvinnur í sínum feløgum, og tí halda tær, at løgreglan tilvitað fór eftir teimum. Tær føra annars fram, at tað var púra óneyðugt at búra tær, tí tær stóðu bert friðarliga og hugdu. Ongin bilur varð steðgaður, bara tann eini trukkurin, ið varð førdur av einum manni, sum tók verkfalsrakt arbeiði, siga tær. Hann varð boðsendur at flyta tilfar til Tórsvøll beint uppundir stóra landsdystin móti Týsklandi.
Nú halda halda tær, at løgreglan er farin í parti við arbeiðsgevarunum.
? Løgreglan letur seg brúka. Hví skal hon annars handtaka nakrar ommur og eina mammu at fimm børnum? Mamman, sum hevur eitt barn í 6 ára aldri, slapp ikki so mikið sum at ringja heim. Tað er langt úti. Men teir gera bara, sum teir vera bidnir. Teir eru samfelagsins ruskmenn, og teir verja altíð kapitalin, sigur Vígdis Johannesen.
Verkfalsvaktirnir hava fingið tvær bøtur burturúr hendingini. 700 krónur fyri at bróta politiviðtøkuna, og bót fyri at bróta Schengen-lóggávuna.
Upplivingin í brummuni hevur givið teimum okkurt at hugsa um og okkurt nýtt at stríðast fyri, tá verkfallið er av.
? Vit høvdu ikki trúð, at umstøðurnar vóru so vánaligar í føroyska fongslinum, og nú fara vit at arbeiða fyri, at tey sum enda í brummuni fáa frægari umstøður.










