Ommur og abbar skulu ansa sær

Professari og granskari heitir nú á ommur og abbar, sum eru farin um tey seksti, um ikki at vitja ommu-og abbabørn, sum fara aftur í barnagarð og skúla eftir páskir.

 

 

- Ommur og abbar skulu ansa sær sera væl í komandi tíðum, tá tey smæstu børnini fara aftur í barnagarð og skúla.

Tað sigur Jan Pravsgaard Christensen, sum er professari í ígerðarimmunologi og granskari í immunverju við Keypmannahavnar Universitet. Hann heldur, at ommur og abbar, sum eru farin um tey seksti, eiga ikki at vitja hjá ommu-og abbabørnum.

Tað verður í morgin, at danska Heilsustýrið fer at greiða frá sínum tilmælum í hesum sambandi.

Mong børn gleða seg ivaleyst til at hitta síni vinfólk aftur í barnagarði og skúla, men við uppafturlatingini lúrur eisini ein vandi fyri spjaðing av korona-smittu.

Professarin og granskarin í immunologi, Jan Pravsgaard Christensen, heldur, at ommur og abbar eiga at aftra seg við at vera saman við ommu-og abbabørnum í tíðini sum kemur.

- Nú skulu ommur og abbar ansa sær serliga væl, og hetta verður avgjørt ikki tíðin at vitja tey smáu, sigur Jan Pravsgaard Christensen.

Sambært professaranum og granskaranum í immunologi eiga ommur og abbar, sum hava aðrar sjúkur, so avgjørt ikki at vera í likamligari nærveru við ommu-og abbabørn.

- Tað eru jú fleiri børn, ið fáa korona-virus, sum eingi sjúkutekin vísa. Tískil kann tað vera ógvuliga trupult at síggja, um ommu-ella abbabarnið er smittað í barnagarði ella skúla við covid-19.

Professarin og granskarin stúrur fyri, at tað verður ein smittuspjaðing av covid-19 í barnagørðum og skúlum. Hann vísir á, at nógv børn eru alla tíðina eitt sindur førkølaði, og tað verður ógvuliga trupult at meta um, hvør møguliga kann bera korona-smittu.

- Ommu-ella abbabarnið, sum tú vitjar, líkist sær sjálvum. Trupulleikin er bara, at ommur og abbar nú verða í einum størri vanda fyri at gerast smittað av korona, sigur Jan Pravsgaard Christensen við heimasíðuna hjá Jydske Vestkysten.