Tung vóru boðini 2. apríl, at omma var farin. Hóast omma hevði verið sjúk og veik í mong ár, kendist tað onkursvegna fjart og óveruligt ongantíð at skula hoyra hennara hjartaliga látur og merkja hennara hita aftur.
Omma og abbi hava, alt tað eg kann minnast, verið tann savnandi miðdepilin í familjuni. Serliga sum smádrongur at koma oman Stóragarð at vera hjá teimum vóru góðar, ríkar og minniligar løtur. Ikki minst tá onnur av mínum systkinabørnum eisini vóru har. Omma gjørdi avbera góðan mat – hon var tiltikin góður kokkur - og omaná plagdu vit at fáa rabarbugreyt vid sukri og mjólk afturvið.
At omma og abbi vóru miðdepilin í familjuni, kom serliga væl til sjóndar hvønn fyrsta jóladag, tá ið øll familjan savnaðist heima hjá teimum til jóla-dunnu og rís à la mande. Vit plagdu tá at vera eini 25 fólk saman í hugnaligari samveru. Sera virðismikil minni, sum hava serliga ríkað mær barndómin.
Tad var svárt og tungt at síggja ommu følna burtur tey seinnu árini vegna ta eirindaleysu sjúkuna, hon fekk. Sum útiseti sá eg bara ommu tær ferðir, eg var á vitjan heima í Føroyum. Munur sást hvørja ferð, eg var hjá henni á Láargarði, har hon búði seinastu 5 árini. Alzheimers fer fyrst og fremst við minninum, men tað var altíð deiligt at vitja ommu – hon kendi altíð andlit aftur og var so glað fyri at hava familjuna hjá sær. Hóast omma viknaði og svann, misti hon ongantíð tað lætta lyndið – tað var vanliga ikki langt millum smílini. Komu smábørn á vitjan, lýsti gamla upp.
Omma er nú farin og stríðist ikki meir. Hon hevur loksins fingið frið. Fátøk orð røkka ikki í lýsingini av eini so stórari og ríkari menniskju. At hon var nakað heilt serligt, sást eisini í kirkjuni, sum var stúgvandi full av familju, vinum og kenningum, tá ið omma fór til gravar. At enda vil eg í sorgblíðni bara takka fyri alt tað góða, omma stóð fyri, og lýsa frið yvir minnið um mína kæru ommu.
Herman