Ommu- og abbadagur í Bylgjuni

 

Støkk hevur nógv ymisk fimleikaralið, og halda tey fyri tað mesta til í Bylgjuni í Runavík.

Eitt av liðunum hevur heitið, “Foreldur og Børn 0 - 3 ár”. Hesum er Sigrun Jónsveinsdóttir venjari fyri, og sum hjálparvenjarar hevur hon afturat sær Kate Anniku Arnadóttir og Rakul Winther. 

Tey venja hvønn leygarmorgun frá kl. 10 – 11, og sum tað liggur í orðinum hjálpa foreldrini til og stuðla børnunum úti á gólvinum. Tá ið tað hava verið flest børn, hava tey verið oman fyri 60.

##med2##

Í gjármorgunin varð so skipað fyri ommu- og abbadegi, har foreldrni ikki skuldu vera við, men bert ommurnar og abbarnir. Uppmøtingin var rættiliga góð – við børnum eini 120 í tali.

##med3##

Tað var eisini boðið kaffi og te, so nógv prát var í krókunum og upp eftir áskoðaraplássunum. Men ommurnar og abbarnir skuldu sjálvandi eisini renna aftaná, leiða, lyfta, hoppa og grulva saman við teimum smáu. Tað var ikki sørt, at kjálkarnir rodnaðu og sveittin kom fram.

##med4##

Ja, onkur av ommunum og abbunum tóku til, at tey vóru móðari enn børnini, sum høvdu runnið og hoppað ein heilan hóp.

##med5##

Tá ið heta frálíka tiltakið var liðugt, fingu børnini hvør sítt Sunkist og ommurnar og abbarnir fóru heim aftur við hvør síni tómu te- og kaffikannu.

Ein frálíkur dagur, har fólk vóru komin víða frá, tí tað er so ymiskt, hvar ommurnar og abbarnir búgva. Og sjálvandi var ofta sagt: “Ert tú her – Hvussu nógv ommu/abbabørn eigur tú”? Og so fór prátið í gongd.

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##