Omman verður eisini við

Trøllapætur hevur fingið lokkað ommuna til Havnar, soleiðis at hon eisini verður við, tá satt gullregn verður í Miðlahúsinum leygardagin

Jólatiltak

Talan verður um satt gullregn í Miðlahúsinum í Vágsbotni leygardagin. Vinnaranrir av kappingini, sum Atlantic Airways, Sosialurin, Kularrøtur og Trøllapætur hava skipað fyri, skulu dragast, og ikki færri enn 31 vinningar verða lutaðir burtur.
Høvuðsvinningurin er ein familjuferð við Atlantic Airways fyri tvey vaksin og tvey børn. Hartil verða 10 av gyltu savnsfløguni hjá Kularrótum, 10 av nýggju sangbókunum hjá rótunum og 10 videobond um jólini hjá Trølla-Pæturi at vinna.

Omman og Nósi eru við
Trøllapætur hevur longu boðað frá, at hann verður við, tá hepnu vinnararnir skulu kjósast, og tað stendur eisini fast, at hann verður ikki einsamallur. Úr Kularrótum kemur Arnfríð Lützen at syngja nøkur løg. Nósi, sum jú er so góður við børn, verður eisini við, og so hevur tað eisini eydnast at fáa Trøllaommuna til Havnar.
Hon segði seg annars hava úr at gera, nú hon er farin í holt við jólabakstur og annað undir Háfjalli. Men Trøllapætur hevði lítlan hug at ferðast so langan veg einsamallur, og tað hevur so eisini eydnast honum at lokka ommuna við. Afturfyri noyðist so helst at hjálpa meira til enn vanligt, tá pannukøkur, vaflur og bollar ð skulu fáast frá hondini.

Góð undirtøka
Tað eru annars nógv, sum hava tikið lut í kappingini, sum hevur verið í Sosialinum. Og spurningurin er tí, hvørji tey eru, sum verða hepnu vinnararnir. Tann spurningurin verður so ikki svaraður, fyrr enn tiltakið í Miðlahúsinum byrjar klokkan 14.00.
Kl. 15.30 verður so jólahald á Vaglinum, tá jólamenninir fara at tendra stóra jólatræið hjá býráðnum, og ætlandi verður tiltakið í Miðlahúsinum liðugt nakað fyri hetta.