Gamli landslæknin Høgni Debes Joensen hevur skrivað skaldsøgu, sum snýr seg um smádrong, ið upplivir hjúnarskilnaðin hjá foreldrunum. Skaldsøgan, ið er ein sonevnd lyklaskaldsøga, kallast Stjørnuløtur í skugga. Drongurin trívist illa í heiminum hjá foreldrunum í Havn, men finnur frið og frælsi hjá ommuni á bygd. Omman verður á ein hátt bjargingin hjá dronginum.
Í sambandi við at skaldsøgan varð løgd fram á tiltaki hjá forlagnum Sprotanum, hugleiddi Jógvan Zachariasen um sínar egnu upplivingar av hjúnarskilnaði hjá foreldrunum. Trýst á pílin í myndini omanfyri fyri at hoyra Jógvan Zachariasen hugleiða. Upptøkan er frá YouTube rásini hjá Sprotanum.