Omma Markus meldað

Onnur omman hjá lítla Markusi í Føroyum er skuldsett fyri at hava hótt Ríkisumboðið við lívinum

Málið um dreingin Markus, sum varð tikin frá adoptivforeldrum sínum í Føroyum, er ikki heilt liðugt enn.

Tað hevur í hvussu er eina síðusøgu í Føroyum.

Onnur omman í Føroyum er skuldsett fyri at hava hótt Ríkisumboðið við lívinum.

Hendingin fór fram nakrar dagar eftir, at Markus var farin av landinum. Øll familjan var illa fyri sálarliga av avgerðini, og omman ringdi til Ríkisumboðsmannin.

Fleiri fólk vóru hjástødd, tá ið hon ringdi, og tey vátta, at omman og Ríkisumboðið skeldaðust. Tey halda tó ikki, at omman hótti Ríkisumboðið.

Men tað helt Ríkisumboðið, sum meldaði ommuna.

Politiið er liðugt við at fyrireika málið, og nú skal løgfrøðin á Fútaskrivtsovuni gera málið klárt til rættin.