Eg finni ikki tey røttu orðini at lýsa ommu mína. Finni ikki nóg mikið av góðum orðum, sum røkka nóg langt at lýsa tann persón, ið hon var. Finni ikki akkurát tað, sum rakar beint, og sigur hvussu einastandandi góð, ið omma mín var.
Tá ið omma lá sjúk ta síðstu tíðina, segði hon nakað við meg, sum setti seg fast í minnið, og sum eg havi hugsað nógv um síðani. Hon bað okkum ikki syrgja seg, men minnast bert tær góðu løturnar, ið vit høvdu saman við henni. Sjálvt um tað er ringt at hugsa aftur á allar tær góðu løturnar, ið eg og omma hava havt saman, uttan at gráta, so er tað tað, sum eg royni at gera.
Fyrst og fremst var hon omma mín. Tann heitasta, fittasta, bleytasta og besta omman, ið eg veit um í hesi víðu verð. Tann omman, sum hevði døgurða til okkum, tá ið vit komu úr skúla, nýbakaðir bollar við putursukri, nógv klemm og tvey oyru sum altíð lurtaðu.
Tað var altíð gott at koma norð á Reynatúgvu. Heitt og fjálgt og trygt. Har var rúm fyri nógvum sløgum. Um tú var tann, sum hevði brúk fyri at seta seg á bonkin í friði og náðum við einum Anders And blaði, ja so slapp tú tað. Um tú var tann, sum helt tað vera sera spennandi at sleppa upp á ovasta loft at hyggja at gomlum tingum og kanska finna okkurt forvitnisligt, ja so slapp tú tað. Um tú hevði nógvar spurningar um farnu tíð, um tá ið omma var ung og gekk til neytar, ja so fekk tú svar uppá teir. Um tað var okkurt, sum tú kundi hugsað tær at fingið seymað ella bundið, so var omma altíð til dystin fús.
Í veruleikanum er ongin endi av góðum minnum, sum eg havi av at vera saman við ommu míni á Reynatúgvu.
Omma var lærari hjá mær, tá ið eg var yngri, og eg minnist enn hvussu stolt og glað eg var at hava ommu mína sum lærara. Hon var tá ikki bara omman hjá mær, men eisini omman hjá øllum mínum vinum. Tey sum kendu ommu vita øll, at barnalyndið var henni kært. Har fylktust altíð børn rundan um hana og hon hevði, undrunarvert, altíð pláss fyri fleiri bæði í húsinum og í hjartanum.
Omma var eitt ótrúliga takksamt menniskja. Tað var so lætt at gera hana glaða, og tað var so lætt at vera góð við hana. Hennara milda stilla lyndi, sum segði so nógv kortini, hevði stóra ávirkan á okkum øll, sum kendu hana. Allastaðni har omma ferðaðist og var, blivu fólk góð við hana. Omma hevði altíð gott at bera øðrum, og sjáldan hoyrdi eg hana siga øvugt orð um nakað ella nakran. Omma plagdi at taka til, at ringasta sjúka í heiminum er øvundsjúka.
Omma mín var góðleiki, hjálpsemi, takksemi og kærleiki alt í einum.
Tey virði, ið hon hevur givið víðari, eru ikki farin til fánýtis, tað eri eg vís í. Tey sita sum smá fræ eftir allastaðni, har hon hevur verið......kanska bíða tey eftir ljósinum og hitanum, sum geva øllum lívi lív, til tess at veksa seg vøkur og stór.
Eg sakni ommu mína ótrúliga nógv, og samstundis siti eftir og eri sera takksom fyri at hava havt eina so góða ommu so góða fyrimynd og so góðan lærumeistara í mínum lívi.
Tann kærleiki og tryggleiki, ið eg fekk frá henni, fer altíð at vera inni í mær og lýsa sum ein gimsteinur hvørja ferð eg hugsi um hana.
Ommudóttirin Ada