Tá ið níggju ára gamli Magnus í Niðristovu Durhuus í Vestmanna á ólavsøku í fjør bjargaði fimm ára gamla lítlabeiggjanum Tóri, mundi hann neyvan hava ímyndað sær, at Margreta drotning seinni vildi heilsa upp á hann og ynskja honum tilllukku við bragdinum. Men fríggjadagin í farnu viku fekk mamma Magnus, Marin í Niðristovu, eina uppringing á arbeiðsplássi sínum frá Løgmansskrivstovuni, har boðað var frá, at hennara hátign drotningin fegin vildi heilsa upp á níggju ára gomlu hetjuna úr Vestmanna, nú hon kom til Føroyar á vitjan.
Magnus fekk í vikuni Ingebøl-steypið fyri bragdið, og drotningin er verji hjá felagsskapinum, sum letur hetta steyp.
Ætlar sær í føroysk klæðir
Magnus sigur, at hann er eitt lítið sindur nervøs, men tað man ikki fara at bila, heldur hann. - Eg verði nokk eitt sindur nervøs beint áðrenn eg skal taka í hondina á henni, sigur Magnus.
Ungi garpurin gongur til dagligt í 3. flokki í Vestmanna skúla, og har læra tey millum annað danskt, so Magnus er ikki bangin fyri at skula tosa við drotningina.
- Vit læra danskt í skúlanum, og eg dugi eitt sindur, so tað man fara at ganga, sigur hann.
Tá ið vit spyrja, um hann ætlar at pynta seg mánadagin, tá ið hann skal heilsa upp á drotningina, sigur pápin, Jóan Pauli Durhuus, at Magnus sjálvur hevur sagt, at hann kundi hugsað sær at fari í føroysk klæðir. Magnus eigur sjálvur føroysk klæði, og tað er lagamanni at nýta klæðini í einum slíkum sambandi.
Spurdur um hann er spentur til løtuna mánadagin, sigur Magnus í Niðristovu Durhuus, at hann er eitt lítið sindur spentur, men hjá onkrum øðrum í familjuni er spenningurin enn størri. Eitt nú er omman ómetaliga spent, tí hon fylgir ógvuliga væl við teimum kongaligu og keypir at kalla hvørt vikublað, har okkurt er at lesa um tey kongaligu.
Eisini eru floksfelagarnir í 3. flokki í Vestmanna skúla ógvuliga spentir til, at teirra floksfelagi skal hitta drotningina, og tað er ikki sørt, at tey eisini eru errin av honum.
Fyrireikar seg við fótbólti
Hóast tað hjá mongum hevði fylt rættuliga nógv, at tey skuldu hitt onkran kongaligan ein av fyrstu døgunum, so tykist hetta ikki verða galdandi hjá Magnusi. Hann hevur nógv annað at rokast við. Magnus spælir fótbólt vesturi í Vágum við SÍF saman við ikki færri enn ellivu øðrum vestmannadreingjum, og leygardagin skal hann vestur at spæla dyst.
Familjan hjá Magnusi hevur fingið at vita, at tey skulu verða í Tinganesi mánamorgunin klokkan hálvgum tíggju, men um tað bert verður Magnus, ið skal heilsa upp á drotningina úti í Landsstýrinum, ella um øll familjan sleppur við allan vegin, vita tey ikki enn. Tað er tó greitt, at tey fara øll fimm við til Havnar.
Er onkuntíð á bryggjuni
Síðani óhappið á bryggjuni í Vestmanna, tá ið Tórur súkklaði á sjógv, og Magnus leyp á bláman og bjargaði honum, hevur Magnus ikki verið so ofta aftur á bryggjuni á súkklu.
Pápi Magnus, Jóan Pauli, sigur, at Magnus tó dámar ógvuliga væl at fara oman á bryggjuna at fiska, og tá letur hann seg altíð í bjargingarvest, og tí bera tey ongan ótta fyri honum, tá ið hann fer oman.
Ólavsøkudag í fjør, tá ið óhappið hendi, hevði Magnus frætt, at tað skuldu verða so nógvur fiskur at fáa niðri við flakavirkið, og hann var tí farin oman at kanna eftur, um so var, tí so ætlaði hann sær ein túr við tráðuni. Tá var tað, at óhappið hendi, sum tíbetur spældi væl av.
Mamma Magnus, Marin, sigur, at Magnus tosar ikki so nógv um tilburðin longur, men onkuntíð tá ið hann er í bað, kann tað koma fyri, at tankarnir aftur fara at mala um hendingina á bryggjuni í Vestmanna ólavsøkudag í fjør. Ein tilburður, ið hevur við sær, at 9 ára gamli Magnus í Niðristovu Durhuus í Vestmanna mánamorgunin skal hitta hennara hátign Margretu drotning eftir ynski frá drotningini.