Nógv tilkomin og eldri fólk halda seg vera ov gomul at fáa sær teldu, og summi ræðast tankan um at fara inn í nýggju verðina.
Men tað finnast fleiri undantøk, tí heilt nógv tilkomin fólk hava fingið stóra gleði av hesi tøknini.
Tað er tó eitt stórt stig at taka at fáa sær neyðugu kunnleikan.
Í Tilhaldinum í Havn bjóða tey skeið í teldulæru. Seinasta ár var áhugin so stórir millum eldri borgararnar, at umleið 50 fólk teknaðu seg. Summi fyri at læra meira, meðan onnur byrjaðu á berum botni.
Ein teirra, sum seinasta ár, hvønn týsmorgun frá september til páskir møtti trúliga til tímar í teldulæru, var Jóna Lindenskov, sum er uppi í sjeytiárunum.
Øll líka býtt
? Eg havði ofta hugsað um at fingið mær teldu, tí eg fáist nógv við ættargransking. Øll søgdu við meg, at eg skuldi gera tað. Men eg helt aldrin, at eg fór at læra tað, sigur Jóna, sum tó teknaði seg, tá Tilhaldið lýsti við skeiðinum.
? Eg kendi meg ikki so býtta, tí hini á skeiðinum vistu líka lítið um teldur sum eg, sigur Jóna.
Hon rósar læraranum Páll Poulsen, sum dugdi væl at leggja frálæruna til rættis. Hann dugdi væl at undirvísa og hevði gott tol við skeiðluttakarunum, sum vóru úr 60-árunum og uppeftir.
Tað gekk ikki long tíð, frá tí at skeiðið byrjaði, til Jóna fór út og keypti sær farteldu.
? Vit lærdu, hvat teldan kann brúkast til. At skriva, goyma og finna tekstin aftur. Eisini lærdu vit at leggja myndir út og at fara á internetið, sigur Jóna.
Síðan skeiðið var av, er hon komin eitt stig víðari, og ikki er so galið at hava teldukøn børn. So nú er einki fyri hjá henni at senda teldubrøv, og Facebook er henni ikki fremmand.
Fylgir væl við
Meðan vit sita og práta, hoyra vit sirenuna hjá einum sjúkrabili og koma at tosa um, at henda fyrrapartin hava vit hoyrt bæði sløkkilið, politi og sjúkrabilar.
? Eg fari beint at vita, um nakað stendur á portalinum, sigur Jóna, leypur upp úr stólinum og kemur aftur við tráðleysu telduni.
Einki nýtt at frætta.
– Eg havi samband við tvær kvinnur í Englandi og tvær í Noregi, allar av føroyskum uppruna, og tað er stuttligt at kunna skriva saman við teimum, sigur Jóna.
Hóast áhugin fyri telduni er stórur, er Jóna ikki so bundin av tí, at hon situr við telduna í tímavís. Hon hevur nógv annað at takast við, og eitt nú krevur stóri urtagarðurin sítt.
? Teldan er góð til sítt brúk, og viðhvørt seti eg meg bara at leita eftir onkrum, sigur hon.
Samband við síni
Jóna heldur tað besta við at hava teldu vera at kunna geva boð frá sær og fáa svar aftur. Tað er ikki altíð, at eitt nú børnini eru at hitta, og tá er hent at kunna senda teimum eitt teldubræv.
? Eg kann eisini skriva til ommudóttur mína í Danmark, og hon sendir mær myndir av langommubørnunum. Tað er stuttligt.
Hon dugir væl at síggja, hvussu nógv lættari tað er at fáast við ættargansking, nú hevur hovur telduna, tí fyrr skrivaði hon alt í hond. Lætt er at senda teldubræv til skyldfólk, tá ið henni vantar onkra upplýsing.
Áðrenn hon fekk telduna, hevði hon lítið og einki skrivað. Skrivimaskinu hevði hon aldrin rørt, tí hon hevði ikki brúk fyri skrivimaskinu.
? Eg arbeiddi sum narkosusjúkrasystir, og eg hugsaði við sær sjálvari, at eg var von við tól. Tí helt eg, at telduna mundi eg eisini klárað. Tað er jú minni vandamikið at fáast við eina teldu enn við hini tólini, sigur Jóna, sum at kalla hvønn morgun tendrar telduna fyri at kanna, um nýggj tíðindi eru at frætta.
Eitt hent amboð
Jóna brúkar eisini telduna sum útvarp, har hon lurtar eftir norðmanninum. Eisini er tað so snilt at fylgja við flogferðsluni, tá ið onkur kendur er við. At síggja nær tey koma, og hvussu líkindini eru í Vágum.
? Eg helt meg taka eitt stórt stig, tá ið eg fór á telduskeið. Men eg visti ikki, hvussu einfalt tað var, fyrr enn eg var komin inn í tað, sigur Jóna, sum mælir eldri fólkum, sum eru einsamøll og ikki fara so nógv út, at fáa sær teldu og kunnleika til teldunýtsluna, tí teldan ríkar lívið. Tað hevur teldan gjørt í hennara føri.