Í gjárkvøldið boðaði amerikanski veðurstovnurin frá, at Omar var versnað so mikið nógv, at hon var vorðin ein tropisk ódn á triðja stigi. Tá var ódnin stutt eystan fyri St. Croix á Jomfrúoyggjunum, og vindferðin var farin upp um 51 metrar um sekundið.
Myndugleikarnir á Jomfrúoyggjunum og á nøkrum smáum oyggjum eystan fyri Puerto Rico hava sent út almenna ávaring, og veðurmenninri vænta, at Omar fer eisini at herja oyggjarnar St. Martin og St. Kitts og Bretsku Jomfrúoyggjarnar.
Í dag eru allir skúlar stongdir í Puerto Rico, og øll skip hava fingið boð um nat koma í havn.