Í nógva regninum í gjárkvøldið hevur omanlop verið í Kaldbaksbotni.
Fimm steinar, ið sambært Landsverki viga á leið eitt hálvt tons hvør, eru rapaðir úr berginum og oman á vegin. Tríggir teirra eru endaðir í veitini við síðunar av vegnum, meðan tveir hava rakt vegin og eru rullaðir tvørtur um vegin. Teir eru nú ruddaðir burtur.
Landsverk sigur við in.fo, at fólk frá teimum hava verið á staðnum og meta ikki, at vandi er fyri, at meiri grót fer at rapa.