Tað nógva regnið í dag hevur elvt til trupulleikar á Hvalbiarvegnum í dag. Tað krevur størsta varsemi at koyra eftir hvalbiarvegnum í løtuni.
Tað hevur verið áarføri í nátt og í dag, og tað var meiri, enn vegurin toldi. Áirnar í fjallinum oman fyri vegin gjørust stórar, og tað var meiri enn veitirnar fram við vegnum kláraðu at svølgja.
Avleiðingin var, at tað fleyt út á vegin og førdi rættiliga nógv smágrót og runu við sær út á vegin, samstundis sum at eitt fitt petti av vegnum mest líkist eini á.
Menn frá Landsverki eru komnir á staðið við amboðum og eru farnir at rudda vegin.