Eftir eitt longri tíðarskeið við kulda og kava, er nú vorðið lýggjari og so smátt eisini komið blot í kavan. Í Hattarvík fingu tey um 10-tíðina í morgun at sanna, hvørjar avleiðingar hetta kann fáa fyri tey.
Her upplivdu tey tað sjáldsama, at ein minni omanlop var omanfyri bygdina, sum hevði við sær at m.a. nakrir størri steinar rullaðu oman móti ovaru húsunum, uttan tó at gera so stóran skaða, sum slík omanlop mangan hava framt áður.
Eingin ivi man kortini vera um, at størri skaði kundi verið, um illa vildi til.
Hetta er ikki fyrstu ferð at slík oman lop eru í eystastu oyggj okkara. Sum skilst var fyri meiri enn 50 árum síðani eitt líknandi omanlop í Hattarvík. Tá stóðst størri skaði enn hesaferð.










