Omanlop í donskum bløðum

Ekstrablaðið skrivaði um skriðjulopið á Viðareiðisvegnum í sunnudagsútgávuni hjá teimum.
? Skriðjulop og yvirflóð hevur rakt partar av Føroyum eftir herviligt áarføri sunnunáttina. Hetta hevur serliga gjørt seg galdandi í teimum norðaru oyggjunum, har fleiri áir hava lopið.
Føroyingar mugu tó brynja seg við toli, tí veðurforsøgnin til mánadagin boðar frá nógvum regni og vindi, stóð skrivað í Ekstrablaðnum sunnudagin.
Tó var ikki talan um so grovt áarføri á Viðareiði mánamorgunin, so støðan var batnað munandi, sambært, vegaformanninum í norðoyggjum, Ernst Vágsgarð.
? Tað regnar sum skilst munandi verri í eitt nú Klaksvík í dag, segði hann tíðliga mánamorgunin júst sum teir vóru farnir í gongd við at rudda av vegnum aftur.