Fyri løtu síðani var eitt omanlop á sjálvum Bryggjubakka í Vágsbotni. Tíbetur var onki fólk á staðnum, tá tað hendi, men tveir bilar fingu skaða Omanlop eru alt annað enn ókend í føroysku náttúruni, men um hetta nakrantíð er komið fyri í bygdum øki - tíansheldur mitt í Havnini - man vera ivasamt.
Fyri løtu síðani leyp grót úr sjálvum Bryggjubakka í Vágsbotni, oman yvir eitt parkeringspláss, har nakrir bilar stóðu parkeraðir.
Tíbetur hendi ongin mannskaði, men grótið gjørdi skaða á tveir bilar. Serliga tann eini bilurin fekk fitt av skaða. Talan var um ein jeep-líknandi bil hjá felagnum aftanfyri Stjórutjørn, sum er stjórabilur hjá Bárði Nielsen, ið sum kunnugt er fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Skaðin á bilin hjá Bárði Nielsen var tó ikki størri enn so, enn at hann kundi koyrast beinleiðis á verkstað til umvælingar.