Fimm fólk doyðu, tá tað leyp úr hamaranum oman fyri eina baðistrond í Albufeira í Algarve í Portugal um middagsleitið í dag. Portugisiska bjargingartænastan sigur, at fýra kvinnur og ein maður doyðu, og ay fýra onnur fólk fingu skaða. Einki verður sagt um, um talan var um portugisar ella útlendsk ferðafólk.
Marques Pereira, sum stendur á odda fyri tilbúgvingini í økinum segði við tíðindafólk, at myndugleikarnir høvdu avbyrgt eitt øki niðan fyri hamaran, tí at vandi var fyri omanlopi.
Portugisiski forsætisráðharrin, José Socrates, og fleiri embætismenn komu seinnapartin til Albufeira at fylgja við bjargingararbeiðinum.