Føroyar móti krabba fekk sera góða undirtøku millum fólk og fyritøkur. Aftan á eitt rimmar tiltak í Norðurlandahúsinum í kvøld, har vit upplivdu tað besta innan føroyskan tónleik og dans, umframt upplýsing og søgur av alskyns slag, er Krabbameinsfelagið vorið nakrar milliónir krónur ríkari. Heilar 5.153.000 krónur eydnaðist tað Kringvarpinum, Krabbameinsfelagnum og øllum hinum, sum hava verið við í verkætlanini, at savna inn til felagið, sum hevur so góða undirtøku millum føroyingar. Innsavningin heldur fram komandi dagarnar, so upphæddin verður nakað hægri.
Sambært felagnum fara inntøkurnar at verða nýttar til gransking, fyribyrging og sjúklingastuðul. Eitt nú er ætlanin, at ein serlækni í kvinnusjúkum skal upplæra ungar gentur at vera ambasadørar fyri Krabbameinsfelagið, so tær kunnu fara út í samfelagið at kunna um týdningin av at lata seg koppseta móti lívmóðirhálskrabba.