Tá Norrøna stevndi út av Havnini mánadagin í stilluviku, var umráðandi, at trygdin umborð var í top. Dýrabara lastin var krúnan av Føroya ungdómi, sum hevði valt at halga páskirnar til Norrønu. Tí var millum annað eitt lasarett við samarittum frá Reyða Krossi innrættað í sonevnda ”konferensurúminum”, har skaddir ungdómar kundu leitað sær hjálp.
Steinbjørn V. Olsen, aktivitetsleiðari, greiðir frá, at tey vóru fýra samarittar umborð, og tey høvdu úr at gera allan túrin.
- Vit skráseta allar tilburðir og komu upp á 110 viðgerðir á ungdómstúrinum, sigur aktivitetsleiðarin, sum tó fegnast um, at talan bert var um smærri skaðar. Sjey ferðir vóru yvirmenn boðsendir, tí teir hava viðkaða heimild at viðgera og meta um skaðar.
- Samanumtikið var tað ein friðarligur ungdómstúrur og skilið gott umborð, sigur Steinbjørn V. Olsen, sum samanber uppgávuna umborð við festivalarnar.
- Tað eru somu fólkini, sum ganga á festivalum, og skaðarnir líkjast eisini nógv, sigur hann við Sosialin.
Millum skaðarnar var onkur sum keikti sær fótin og onkur hevði drukkið í meira lagi. Álvarsligasti tilburðurin var helst eitt epileptiskt herðindi, tá skipið lá á Seyðisfjørðinum. Har varð lækni boðsendur, og spældi tað væl av.
Steinbjørn V. Olsen ásannar tó, at fýra samarittar er í minna lagi á einum slíkum túri. So næsta ungdómstúr verða seks samarittar umborð, tá Norrøna stevnir út av Havnini við ballingarhugaðum ungdómum.
-----------
Hvat er ein samarittur?
Samarittarnir eru sjálvboðin starvsfólk við útbúgving í vanligari og sálarligari fyrstuhjálp. Samarittarnir eru útbúnir til at geva eina skjóta og dugnaliga fyrstuhjálp á skaðastaðnum.
Samarittarnir hjá Reyða Krossi Føroya kunna:
* Geva lívbjargandi fyrstuhjálp (allir samarittar hava útbúgving í at nýta hjartastartara)
* Geva sálarliga fyrstuhjálp
* Geva lívsumráðandi upplýsingar á ein professionellan hátt til t.d. lækna, sjúkrabilastarvsfólk
* Geva vanliga fyrstuhjálp
--